Fleiri enn 50 fólk eru handtikin í einum evropeiskum átaki móti brotsverkum í Eystrasalti, undir leiðslu av svium.
Tað skrivar svenska løgreglan í einum tíðindaskrivi.
Umframt Svøríki hava Danmark, Finnland, Estland, Lettland, Litava, Pólland, Týskland, Norra og Ísland luttikið í átakinum.
Tilsamans eru 57 fólk handtikin, og hald er lagt á vørur fyri góðar 11 milliónir svenskar krónur, svarandi til umleið 7,5 milliónir danskar krónur.
22 av teimum handtiknu vórðu handtikin í Svøríki, skrivar løgreglan. Tað er ikki greitt, í hvørjum londum hini vóru varðhaldsfongslað.
- Átakið vísir, at brotsverk tvørtur um landamørk í økinum við Eystrasalt er umfatandi, sigur Mikael Eliasson frá svenska politimyndugleikanum í fráboðanini.
Hann hevur verið arbeiðsbólkaleiðari í átakinum.
- Við kunningarskifti og virkissamstarvi hava vit megnað at steðga skipaðum stuldri, rúsevnasmugling, ólógligum flutningi av burturkasti og fleiri málum um hvítvask av pengum, har vit hava lagt hald á stórar peningaupphæddir, leggur hann afturat.
Sambært svensku løgregluni vórðu fleiri enn 20.000 fólk og 15.000 akfør kannað í tíggju londum, serliga í økinum við Eystrasalt.
Løgreglan hevur eisini steðgað 13 akførum við umhvørvisvandamiklum burturkasti við markið til Svøríki, tí illgruni er um ólógligan burturkastflutning.
Stívliga 60 fólk hava fingið noktað atgongd til Svøríkis eftir svensku útlendingalógini, skrivar løgreglan.
Ritzau hevur sett seg í samband við Ríkisløgregluna fyri at fregnast um danska stuðulin til átakið, umframt um nakar danskur ríkisborgari er handtikin í sambandi við málið.
/Ritzau/