Kristrún heldur 37 ára føðingardagin í Føroyum

Kristrún Frostadóttir heldur sín fyrsta føðingardag, síðani hon gjørdis forsætisráðfrú beint fyri jól, í Føroyum

Nýggja íslendska forsætisráðfrúan, Kristrún Mjöll Frostadóttir, er fødd 12. mai 1988 og kann soleiðis halda 37 ára føðingardag í Føroyum í dag.

Hon varð vald í Altingið í Íslandi á fyrsta sinni á næstsíðsta vali, sum var í 2021. Hon er útbúgving búskaparfrøðingur. 

Áðrenn hon gjørdist forsætisráðharri, sat hon í fíggjarnevndini millum 2021 og 2024, og eitt stutt skifti í búskapar- og handilsnevndini í 2023.

Hon boðaði frá, at hon stillaði upp til forfólkasessin í javnaðarflokkinum Samfylkini í august 2022 og varð seinni vald á floksstevnuni í oktober við 94% av atkvøðunum.

Hon tók við sum forsætisráðfrú 21. desember í fjør, tá hon loysti av Bjarna Benediktsson úr Sjálvstæðisflokkinum.

Hon er gift við Einar Bergur Ingvarsson og eiga tey tvey børn, sum er fødd í 2019 og 2023