Ábyrgdarleyst spæl við ferðslutrygd

Tá ið man projekteraði og bygdi tað praktiska og tiltrongda HEÐINSHOLIÐ var avgjørt bara hugsað um motoriseraða ferðslu.

 

Eingin ætlan var um cyklur. Men nú roynir ein ábyrgdarleys lobby at trýsta cyklur gjøgnum tað smala holið.

 

Tað er farligt og sera ábyrgdarleyst.

 

Holið er ikki nóg breitt til, at cykling er forsvarlig.

 

Tað er ófatuligt, at ferðslutrygdarfólk ikki mótmæla slíkum ábyrgdarloysi.

 

Cyklingin MÁ  steðga, áðrenn álvarsamur  mannskaði verður.