Broytingar í leiðsluni í Atlantsflog

Marknaðarleiðarin hjá Atlantsflog er farin úr starvi eftir bygnaðarbroytingar. – Hann hevur valt at fara aðrar leiðir, sigur stjórin

– Árni Olsen hevur valt at fara aðrar leiðir, eftir at hann ikki ynskti at vera partur av bygnaðarbroytingunum í leiðsluni í Atlantsflog, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri

Í sambandi við bygnaðarbroytingar í Atlantsflog er marknaðarleiðarin í felagnum seinastu árini, Árni Olsen, farin úr starvi. 

Tað váttar Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog. Hon sigur, at tey hava gjørt nakrar bygnaðarbroytingar í felagnum, sum millum annað hava við sær broytingar í starvinum sum markanðarleiðari hjá felagnum. 

– Árni Olsen hevur valt ikki at vera partur í hesum bygnaðarbroytingum, og tí hevur hann sjálvur valt at fara aðrar leiðir, sigur Jóhanna á Bergi.

Ábyrgdina av marknaðardeildini hevur nú sølustjórin, Andrias Sólsker, sigur Jóhanna á Bergi.

Felagið hevur eisini fyri kortum sett nýggjan fíggjarstjóra, eftir at Marius Davidsen fór frá fyri aldur, eftir at hava verið í starvi í felagnum síðani stovnan. Nýggjur fíggjarstjóri er Høgni Olsen.

Jóhanna á Bergi sigur, at tey hava gjørt avtalu við Marius Olsen, at hann fer at røkja aðrar uppgávur í felagnum næsta árið. Hon sigur eisini, at fráfarni marknaðarleiðarin eisini er til taks hjá felagnum næstu tíðina. 

 

 

– Árni Olsen hevur valt at fara aðrar leiðir, eftir at hann ikki ynskti at vera partur av bygnaðarbroytingunum í leiðsluni í Atlantsflog, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri