Tíðindaskriv, ADHD felagið:
ADHDvitan eru evnisdagar, har ADHD felagið bjóða granskarum, fakfólkum og øðrum lyklapersónum at fara í djúpdina innan evnir, ið hava við ADHD at gera.
Átøkini eru í kjalarvevørrinum av, at Team Rynkeby stuðlar børnum við ADHD/ADD og gevur hetta felagnum møguleika at skipa fyri ADHDvitan.
ADHDvitan átak verður:
leygardagin tann 22. Mars kl. 15:00-17:45 í auluni á Finsen í Havn.
Hesaferð kemur Annu Vilhelmsen, neuropsykologi at halda fyrilestur við evninum: "Heilin, ADHD og læring" Anna kemur at greiða frá, um hvussu menniskju læra, og hvussu kann læruúrtøkan betrast. Hvat ger um seg í ADHD-heilanum, og hvussu ávirkar hetta kognitión og læring?
Endamálið við ADHDvitan er, at breiða nýggjastu granskingina og fakligu vitanina um ADHD á føroyskum og við støði í føroyskum viðurskiftum.
Okkara mál er, at hava trý ADHDvitan tiltøk árliga. Tiltøkini verða stroymd og goymd í okkara vitanarsavni, ið liggur alment á adhd.fo.
Á hendan hátt, er ADHD felagið við til at gera alment viðurkenda og nýggjastu vitanina lætt atkomuliga fyri okkara limir og okkum, sum arbeiða til frama fyri at betra um korini hjá fólkum við ADHD í Føroyum.
ADHDvitan er sostatt ein virðismikið og týdningarmikil liður í okkara arbeiði at breiða ADHDtilvit.
ADHD felagið bjóðar granskarum, fakfólki & øðrum lyklapersónum, at fara í djúpdina innan evnir, ið eru við til at hjálpa børnum við ADHD/ADD.
Málbólkurin eru øll, ið hava áhugað ella arbeiða við fólkum við ADHD/ADD.Ynski hjá ADHD fealgnum við nýggja átakinum er, at breiða út nýggjastu granskingina og fakligu vitanina umADHD á føroyskum og við støði í føroyskum viðurskiftum.
TILTAKIÐ ER ÓKEYPIS
Aðrir stuðlar eru Tórsgøta og MEGD.