Musk og Rubio í orðadrátti við Pólland um Starlink

Pólland heldur, at eitt alternativ til Starlink kann vera neyðugt í Ukraina. USA krevur tøkk frá Póllandi.

Ein ukrainskur hermaður við Starlink-móttakara á fremstu røð í eystara parti av Ukraina. Internetveitarin, sum Elon Musk eigur, er avgerandi fyri samskiftið í ukrainska herinum. (Fílumynd) - Mynd: Clodagh Kilcoyne/Reuters

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, legði í dag uppí ein orðadrátt millum Pólland og amerikanska milliarderin Elon Musk.

Rubio heldur, at Pólland skal "siga takk" fyri fylgisveinatænastuna Starlink, sum Musk eigur, og sum veitir avgerandi internetsamband til herin í Ukraina.

Hetta skrivar hann í einum innleggi á X.

Hetta hendir eftir at uttanríkisráðharrin í Póllandi, Radoslaw Sikorski, segði, at Ukraina kann hava tørv á at finna eitt alternativ til Starlink.

Tað kann vera neyðugt, um felagið, sum Elon Musk eigur, "vísir seg at vera ein óálítandi veitari", skrivar Sikorski á X.

Útsøgnin hjá pólska uttanríkisráðharranum kom eftir eina røð av uppsløgum frá Musk um Starlink og Ukraina.

Fyrst skrivaði Musk, at hansara internettænastur eru "ryggurin í herinum í Ukraina" og at "hermótið hjá Ukraina fór at fella, um eg sløkti hana (Starlink, red.)".

Til svar skrivaði Sikorski á X:

- Starlink til Ukraina er goldið av pólska talgildarmálaráðnum til ein kostnað uppá umleið 50 milliónir dollarar árliga.

- Burtursæð frá etikkinum um at hótta offrið við ágangi, so verða vit noydd at leita eftir øðrum veitarum, um SpaceX vísir seg at vera ein óálítandi veitari.

Starlink er eitt dótturfelag hjá SpaceX, sum er ein av fyritøkunum hjá Elon Musk.

Innleggið hjá Sikorski fekk síðani Marco Rubio at siga, at hansara pólski starvsfelagi "finnur uppá."

- Eingin hevur hótt við at skera Ukraina frá Starlink, skrivar Rubio á X.

- Og sig takk, tí uttan Starlink hevði Ukraina tapt hetta stríðið fyri langari tíð síðani, og russar høvdu staðið á markinum til Póllands nú, leggur Rubio afturat.

Í eini røð av uppsløgum á profilinum hjá Musk í dag legði milliarderurin dent á, at hann ikki fer at sløkkja Starlink í Ukraina.

- Vit vildu ongantíð gjørt nakað sovorðið ella brúkt tað sum semjuspæl, skrivar hann.

Í einum serligum svari til pólska uttanríkisráðharran skrivar Musk:

- Tig, lítli maður. Tú rindar ein lítlan part av kostnaðinum. Og tað er einki annað alternativ til Starlink.

Elon Musk hevur einki formligt heiti ella ráðharrastarv, men er ein miðdepil í stjórnini hjá Donald Trump forseta.

Musk segði í 2022, at hann ikki longur fór at gjalda fyri Starlink. Hetta fekk amerikanska verjumálaráðið og uttanríkisráðið í Póllandi at yvirtaka meginpartin av gjaldinum fyri tænastuna.

 

Ritzau/Reuters

 

Ein ukrainskur hermaður við Starlink-móttakara á fremstu røð í eystara parti av Ukraina. Internetveitarin, sum Elon Musk eigur, er avgerandi fyri samskiftið í ukrainska herinum. (Fílumynd) - Mynd: Clodagh Kilcoyne/Reuters