Fimm føroyingalið vóru í leiki í fyrsta umfarinum í donsku steypakappingini, ið er leikt í kvøld.
Adrian R. Justinussen gjørdi reint hattrick, tá Hillerød á útivølli vann stórsigur 5-0 á BK Viktoria. Adrian skoraði til 1-0, 2-0 og 3-0.
Meinhard E. Olsen var ein av fýra málskjúttum, tá hann og liðfelagarnir í Kolding á útivølli vunnu 4-0 á Odense KFUM.
Hørður H. Askham og liðfelagarnir í Roskilde vunnu seg víðari í steypakappingini við 2-0 útisigri á Kastrup.
Liðið hjá Martini Agnarssyni, Aarhus Fremad vann seg eisini víðari við greiðum sigri. Aarhus Fremad vann á útivølli 3-0 á Skibsby-Højene, ið er eitt lið sum hevur heimstað í Hjørring í Norðurjútlandi.
Andrass Johansen og liðfelagarnir í Fremad Amager taptu aftaná longda leiktíð 1-2 fyri Ishøj aftaná longda leiktíð. Andrass skoraði málið hjá Fremad tíðliga í dystinum.