Ætla at stovna nýggja friðarrøslu í Føroyum

25 fólk á Friðarráðstevnuni í Løkshøll 5. mai hava skrivliga sagt seg taka undir við at ein friðarrørsla verður sett á stovn í Føroyum

Tað sigur Henrik Weihe Joensen, fyriskipari av friðarráðstevnuni í tíðindaskrivi:

 

»Tøkk fyri sera góðar framløgur, tónleik og sang, og tøkk til tykkum umleið 45-50 áhoyrarar, sum vóru til staðar á Friðarráðstevnuni í Løkshøll í Runavík síðsta mánakvøld 5. mai.

 

Talan var um væleydnað tiltak, ið var tað triðja í røðini seinasta árið av friðarátøkum í sambandi við kríggini í Ukraina og Miðeystri. Friðargonga var 24. juli í fjør og Friðarkonsert í Reinsarínum 17. januar í ár. Eisini tøkk til Runavíkar kommunu og Tórshavnar kommunu fyri higartil at hava hýst friðartiltøkunum.

 

Tey luttakandi við framløgum vóru Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, Jógvan Dalbø Hansen, heimspekingur, Halla Nolsøe Poulsen, stjóri í Nora, Theodor Eli Dam Olsen, sóknar- og orlogsprestur og Maria Shvets Olsen, ættað úr Ukraina og búsitandi í Runavíkar kommunu. Rani Nolsøe framførdi tveir sangir og ein triðja saman við Tórbirni.

 

##med2##

 

Framløgurnar góvu høvi til, at áhoyrarar settu viðkomandi spurningar og viðmerkingar, sum vórðu svaraðir væl av framløguhaldarunum.

 

Ætlanin er at savnast um enn fleiri friðartiltøk í komandi tíðum, eisini í einari Friðarrørslu, sum 25 fólk á Friðarráðstevnuni skrivliga søgdu seg taka undir við verður sett á stovn í Føroyum.

 

Uppskot til endamál og virksemið hjá Friðarrørsluni er soljóðandi:

 

"Friðarrørsla Føroya ásannar, at valdshavarar í alt ov stóran mun raðfesta kríggj og vápnadubbing, sum elvir til, at nógv ósek menniskju lata lív og hóttir heimsfriðin annars, eisini her á okkara leiðum. Friðarrørslan ásannar samtíðis, at lond í ávísan mun – og í ávíst tíðarskeið – kunnu hava tørv á at vápnadubba fyri at verja sítt egna landøki.

 

Tí hevur Friðarrørslan sum sítt fremsta endamál:

 

• at virka fyri friði millum fólk, fólkasløg og heimsins lond,

 

• støðugt at virka fyri vápnaavdubbing,

 

• at virka fyri øktum forstáilsi fyri ymiskum mentanum,

menniskjarættindum og javnstøðu,

 

• at stuðla undir virksemi hjá Sameindu Tjóðum (ST), sum virkar

fyri friði og trygd millum heimsins lond,

 

• at stuðla undir meginreglur í fólkarættinum um

sjálvsavgerðarrætt fólkanna og suverenitet tjóðanna,

 

• at stuðla undir fólkaræðisligum rættarsamfeløgum.

 

Í sínum virksemi skal Friðarrørslan virka fyri:

 

• friðarhugsjónini (pasifismu) fyri at fyribyrgja kríggj og harðskap

 

av einhvørjum slag,

 

• at myndugleikar og politiska skipanin leypandi verða kunnaði

 

um týdningin, at skapa frið millum fólk, fólkasløg og heimsins

 

lond,

 

• at vekja almannahugsanina um týdningin, at virka fyri friði og

 

vápnaavdubbing, og í hesum sambandi skipa fyri regluligum

 

almennum tiltøkum,

 

• at breiða vitanina um virksemið hjá Friðarrørsluni til

 

skúlar og lærustovnar."

 

Friðarrørslan verður stovnsett á einum aðalfundi. Í hesum sambandi eru tit góðu fólk, sum taka undir við endamálinum og virkseminum hjá Friðarrørsluni, vælkomin at venda tykkum til mín við navni, telefonnummari og teldupostbústaði, soleiðis at eg kann hitta tykkum á máli í sambandi við stovnandi aðalfund av Friðarrørsluni.

 

Enn einaferð, takk fyri, og við ynskjum um eitt gott summar.«

 

 

 

Henrik Weihe Joensen, fyriskipari