– Bæði verju- og trygdarpolitikkur eru týdningarmiki, bæði fyri Ísland og Føroyar og tað hevur týding, at vit tosa saman um hesi viðurskifti.
Tað segði íslendska forsætisráðfrúan, Kristrún Frostadóttir, tá hon hitti fjølmiðlar beint undan toppfundinum hjá løgmanni í Tinganesi í morgun.
– Tí um vit ikki taka støðu til, hvat skal henda her á okkara leiðum, so verða tað stórveldini, sum fara at gera tað. Nógv er broytt í heimspolitikkinum, tá síggja vit jú øll í sjónvarpi. Tí hevur tað týdning, at vit tosa saman, hvønn mánað, hvørja viku, ja hvønn dag, segði hon.
Lesið eisini: Myndir: Fín vitjan í Tinganesi í dag
Hon vildi ikki siga, at vit skulu vera stúrin um heimsstøðuna.
– Tað er kanska ikki rætta orðið, men vit mugu vísa heiminum, at vit fylgja við. Og einki um okkum uttan okkum, segði hon.