2. hvítusunnudag, sum í ár er hin 9. juni, skipar Kvívíkar kommuna saman við hagastýrinum í Frammihaga fyri gongutúri av Mýrunum og niðan á Sneis.
- Síðan verður gingið oman eftri Stígunum, oman í dalin norðan fyri Leynavatn, vanliga kallað "Frammi í Dal", og her verður borðreitt við suppu og øðrum góðum á rættini hjá haganum.
Í Kvívíkar kommunu vísa tey á, at tað er sera náttúruvakurt Frammi í Dali.
- Her eru eisini góðar umstøður hjá børnum og barnsligum sálum at spæla í ánni - fanga síl og annars bara njóta vøkru náttúruna um hesar leiðir.
Sagt verður, at túrurin byrjar í Kvivík klokkan 14, haðani bussur koyrir fram á Mýrarnar omanfyri Vestmanna.
- Tiltakið verður liðugt umleið klokkan 19, og tá koyrir bussur frá Leynavatni og heim aftur til Kvívíkar.
Tey, sum kundu hugsað sær at verið við á hesum túri, skulu siga frá fyri 4. juni á tlf. 662400 - ella á teldupostinum www.kvivik(at)kvivik.fo
Lagt verður aftrat, at fólk, sum koma við á gongutúrin, eiga at hava góð gangiklæði við sær, og loyvt er ikki at hava hund við á túrinum.