Størsta árliga grønvaskingartiltak (greenwashing) er júst farið afturum okkum. Umhvørvisvikan hjá Tórshavnar Kommunu við ruddingardegi, gongutúrum í náttúruni, 'Plantið eitt træ' tiltakinum, har plantupakkar verða lutaðir út. Umhvørvisstuðul og Grøna virðislønin verða eisini latin til átøk, ið eru náttúruni at frama.
Í 2024 var evnið á Umhvørvisvikuni 'vatn', og 230.000 krónur vórðu latnar skilagóðu verkætlanini "Vatn aftur í tjørnina í Gundadali" hjá Árna Helmsdal og Høgna Jensen, ið snýr seg um at endurskapa tjørnina í Gundadali - sum liggur ovast á Tinghúsvegnum.
Grøna gávan varð eisini latin Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag fyri tað ótroyttiliga og sjálvbodna arbeiði, tey hava gjørt fyri føroysku náttúruna.
EITT RISASTÓRT CO2-SKRÍMSL ÚR BETONG
Umhvørvisvikan hevði verið eitt frálíkt tiltak, um kommunan ikki við hini hondini stóð á odda fyri at oyðileggja varðveitingarverd náttúruøki.
Í yvir 15 ár hava nógvar ótroyttiligar eldsálir varpað ljós á, at økið við Sandá ikki eigur at byggjast á. Í næstum fara býráðslimir úr øllum flokkum væntandi at geva loyvi til at eitt kirkju- og missiónshús skal byggjast tætt uppat ánni á einum fríøki, ið var latið kommununi í 70'unum við teirri fortreyt, at økið ikki skuldi byggjast á. Hesar eldsálir hava víst á, hvussu náttúran og dagliga lívið í økinum fara at ávirkast av risastóra inntrivinum. Økið og fólkini vinna onki av at ein kirkja skal byggjast har. Við hesum fer Argir altíð at liggja sum ein útjaðari av Havnini. Við ongum miðdepli og ongari kirkju, har meginparturin av fólkunum búgva.
Grundevingarnar móti inntrivinum hava verið sera nógvar, meðan grundgevingarnar fyri hava manglað. "Arkitekturur kann flytast - náttúran kann ikki" hevur eisini verið víst á. Tá býráðslimir fyri nøkrum árum síðan skuldu finna nógvar milliónir til endurskapan av Havnará, komu tey við alskyns grundgevingum fyri, hví áir hava so stóran týdning fyri borgarar - hetta er býarskipanarlig plastikkirurgi.
Undirskriftasamlingar og veljarakanning hava víst á sera lítlu undirtøkuna fyri inntrivinum. Úrslitið av býráðsvalinum vísti eisini, at fólk ynskja broyting, men vit fáa tíverri meira av tí sama - hesir pínligu 'náttúruvinarligu', tónadeyvu politikkararnir. Hvat er tað fyri fordømi hetta setur? Er nøkur verulig friðing til, og kunnu vit ímynda okkum at líknandi hendir fyri td. Svartafoss?
Ein umhvørvisvinarlig kommuna eigur at varðveita, heldur enn at endurskapa.
Varðveitið fríøkið við Sandá!
Jenny Old