Tað var beint eftir klokkan 21 í gjárkvøldið, at løgreglan fekk boð um eitt harðskapsmál í Eysturoy, upplýsti vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun. Talana var um »kvalifiseraðan harðskap«, sum vaktleiðarin málbar seg. Tað merkir, at persónur hevur brúkt eitthvørt amboð at fremja harðskapin við.
Í grundlógaravhoyring, sum enn er í Føroya Rætti, er komið fram, at ein maður er skuldsettur fyri drápsroynd. Maðurin varð handtikin klokkan 21:48 í gjárkvøldið.
Maðurin, sum er ein 31 ára gamal útlendingur, skal hava lopið á ein annan mann við knívi. Álopni maðurin kláraði at verja seg, men er stungin í bringuna.
Verjin vildi hava rættarfundin at vera fyri afturlætnum hurðum, men hesum sýtti dómarin.