Ákæruvaldið vil hava Carlo Ancelotti fongslaðan

Ákæruvaldið í Madrid ákærir italiumannin fyri at hava snýtt spanska ríkiskassan fyri stívliga sjey milliónir krónur

Real Madrid- venjarin, 65 ára gamli, Carlo Ancelotti, skal møta í rættinum mikudagin komandi, og útlendskir miðlar vita í morgun at siga, at maðurin kann vænta sær fongsulsrevsing fyri skattasvik.

 

Ákæruvaldið í Madrid ákærir italiumannin fyri at hava snýtt spanska ríkiskassan fyri stívliga sjey milliónir krónur í samband við inntøkur fyri myndarættndi árini 2014 og 2015, sum sambært ákæruvaldinum ikki eru fráboðaðar

 

Sambært sponsku ávísini Marca krevur ákæruvaldið Carlo Ancelotti dømdan í fýra ár og níggju mánaðar fongsul.

 

- Í Spania er vanligt, at tá tú verður dømdur sekur fyrstu ferð, fært tú eina munandi bót, og síðan verður fongsulsrevsingin gjørd treytað, vita útlendskir miðlar at siga í morgun.