– Hetta er eitt ótrúliga spennandi starv, og tað er ikki hvønn dag, at tú hevur møguleikan at søkja eitt slíkt starv, sum enn tá hóskar til báðar mínar útbúgvingar sum journalistur og juristur.
Tað sigur Magnus Dam, nýsettur stjóri í Kringvarpi Føroya.
Hann hevur seinastu átta árini starvast sum deildarleiðari hjá Tórshavnar kommunu, og har hevur hann fingið nakrar leiðsluroyndir, sum hann heldur, at hann kann taka við sær í nýggja starvið.
Magnus Dam er upprunaliga útbúgvin journalistur frá Danmarks Journalisthøjskole í 1999 og seinni eisini sum juristur.
Í lærutíðini var hann í parktikk á Sosialinum í eitt hálvt á og seinni í Útvarpi Føroya í eitt ár. Hann hevur seinni starvast í Kringvarpinum til 2006.
Um ætlanirnar sigur hann, at tað er trupult at koma við teimum stóru útmeldingunum, tí hann er sjálvandi bundin av tí, at Kringvarp Føroya er ein public service stovnur, sum hevur ein public service sáttmála við Mentamálaráðið.
– Men vit skulu brynja stovnin á talgilda pallinum og taka kappingina upp við sosialar miðlar eins og føroyskar og útlendskar miðlar, sigur hann.
Annars er avbjóðingin eisini at finna skikkað fólk til stovnin og at førleikamenna starvsfólkið, ið hann sær sum eina týðandi avbjóðing.
Magnus Dam byrjar í starvinum sum kringvarpsstjóri 1. mai.