Alheims forsetin í Lions vitjar í Føroyum

Hann hevur verið Lionslimur í skjótt 30 ár, men tað er lítið afturímóti fyrrverandi forsetanum í Lions Club Tórshavn, borgarstjóranum Heðini Mortensen, sum næsta ár hevur verið Lionslimur í 50 ár.

Alheims forsetin fyri Lions vitjar í løtuni í Føroyum í sambandi við ársríkisfundin fyri Lionsklubbar, sum í ár verður hildin í Havn. Í morgun vitjaði Brian E. Sheehan á Ráðhúsinum, skrivar torshavn.fo.

 

Brian E. Sheehan varð valdur alheims forseti fyri Lions fyri einum ári síðan. Hann er ættaður úr Minnesota í USA. Hann er annars teldumaður, stovnari av Rural Computer Consultants og ein sera aktivur vinnulívsmaður.

 

Hann hevur verið Lionslimur í skjótt 30 ár, men tað er lítið afturímóti fyrrverandi forsetanum í Lions Club Tórshavn, borgarstjóranum Heðini Mortensen, sum næsta ár hevur verið Lionslimur í 50 ár. Tí høvdu teir sjálvandi nógv at práta um í morgun.

 

Við á fundinum var m.o. sjálvandi eisini núverandi forsetin í Lions Tórshavn, Jóan Petur Hentze. Tað er í morgin, at Lions Club Tórshavn er vertur fyri ársfundinum hjá øllum klubbunum í ríkinum, skrivar torshavn.fo, og har síggjast eisini fleiri myndir.