Heilsutrygd boðaði herfyri frá, at frá 1. oktober 2025 verða tveir nýggir kommunulæknar á Heilsumiðstøðini í Runavík, og tað verða Brynhild Hanusardóttir Reinert og Katrina Clementsen, sum fara at deila starvið í viðtalu 5.
Brynhild Hanusardóttir Reinert tók embætisprógv í læknafrøði í 2017 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í vár. Katrina Clementsen tók embætisprógv í læknafrøði í 2016 og væntar at fáa serlæknagóðkenning í almennum medisini í august í ár.
Í Runavíkar kommunu siga tey, at nýggju kommunulæknarnir í viðtalu 5 eru eitt týðandi stig í at betra um heilsutænastuna í økinum. Umleið 7.300 fólk búgva í Heilsuøki 2, sum fevnir um Nes kommunu, Sjóvar kommunu og Runavíkar kommunur, verður lagt aftrat.