Altjóða miðbankar kreppufund um Credit Suisse

Fleiri altjóða miðbankar við Bank of England á odda hava hildið kreppufund um støðuna í stórbanka

 

Credit Suisse hevur upplýst, at kundar eru farnir úr bankanum og hava tikið 120 milliardir dollarar við sær í síðsta ársfjóðrðingi í fjør. Tað var byrjanin til órógvið kring bankan. (Arkivfoto). - Foto: Jonathan Drake/Reuters

Bretski miðbankin, Bank of England, hevur hildið kreppufundir við altjóða miðbankar í dag í kjalarvørrinum á vaksandi stúranini í sambandi við órógvið kring stórbankan Cridit Suisse.

Tað skrivar bretska blaðið The Telegraph sambært tíðindastovuni Reuters.

Boðini koma eftir ófrið kring sveisiska bankan og nýggja stúran fyri eini altjóða bankakreppu, sum setir sín dám á altjóða fíggjarmarknaðirnar.

Bank og England hevur sambært Reuters ikki vilja viðmerkt málið.

Í dag misti Credit Suisse næstan ein fjórðing av virðinum.

Í loypi av degnum varð handil við partabørvum í bankanum fleiri ferðir steðgaður, tí kursurin fall brádliga upp á stutta tíð.

Tað hendir, eftir at bankin í gjár almannakunngjørdi ársroknskapin fyri 2022.

Har upplýsti Credit Suisse, at kundar vóru farnir frá bankanum og tikið 120 milliardir dollarar við sær í síðsta ársfjórðingi í fjør.

Kursfallið tók dik á seg eftir øllum at døma, eftir at størsti partaeigarin í bankanum, Saudi National Bank, segði altjóða vinnumiðlum, at hann ikki vildi seta fleiri pengar í bankan.

Tjóðbankin í Sveis, SNB, boðaði fyrr á degnum frá, at hann er klárur við gjaldføri til Credit Suisse, um tað skuldi verið neyðugt.

/ritzau/

 

Credit Suisse hevur upplýst, at kundar eru farnir úr bankanum og hava tikið 120 milliardir dollarar við sær í síðsta ársfjóðrðingi í fjør. Tað var byrjanin til órógvið kring bankan. (Arkivfoto). - Foto: Jonathan Drake/Reuters