Tíðindaskriv:
Signar í Homrum, Fríði Sigmundsson, Ólavur á Váli Olsen og okkara egni Eyðun Nolsøe saman við einum væl trimmaðum húsaorkestri v/Høgni Fagraberg (gittar) – John Johansen (Bass)Magni Husgaard (tangentar) – Henning Hjalt Nicodemussen (trummur), fara á pall at heiðra Kim Larsen, sála.
SÍÐSTA THIS IS MY LIFE-TILTAK
This Is My Life tiltakið fór av bakkastokki fyrstu ferð í mars í 2023 í Dansifrøi, og hevur verið útselt 3 ár á rað. So nú hevur tú møguleikan at uppliva eitt kvøld, sum ikki er sum hini, hetta verður síðstu fer at fýra av okkara fremstu trubadurum fara at syngja klassikarar hjá Kim Larsen og Gasolin, so tað verður lagt upp til eitt ordans brak av einum syng-við-konsert-dansi-kvøldi.
GG! Kunngjørt verður seinni, júst hvat kl. bólkurin fer á pallin. Hetta verður at síggja í skránni, ið verður borin út til øll húsarhald í Suðuroynni í viku 22. og sum verður almlen, talgild, so skjótt hon er fullfíggjað.