Í Alvaró í SMS hava tey lagt stóran dent á, at øll skulu hava møguleikan at keypa góð barnaklæðir fyri ein bíligan prís.
Seinastu árini hava Ásvør og Hallgerð, sum eiga og reka Alvaró, selt fleiri merkir úr Hollandi, sum hava fingið sera góða móttøku millum føroyskar kundar.
Merkir sum Koko Noko, Dirkje og No Way Monday hava víst seg at vera ein góð loysn fyri foreldur, sum vilja hava barnaklæðir í góðari góðsku, men fyri ein prís, sum líkist tí, vit annars bara hava sæð hjá handilsketum sum H&M.
Klæðini fáast í støddum frá 0 til 12 ár og eru Oeko-Tex Standard 100 góðkend, sum merkir, at eingi skaðilig evni eru í.
- Vit ynskja at veita føroyskum familjum góð og bílig barnaklæðir, sum tey kunnu fáa fatur á beinanvegin - uttan at noyðast at bíða eftir sendingum úr útlondum ella rinda eyka fyri toll og frakt, sigur Ásvør.
Í døgunum, 3. – 10. mai, verða hesi annars bíligu klæðini sett niður við heili 20%, tá ið Alvaró aftur verður á torginum í SMS. Hetta er eitt gott høvi hjá øllum at royna hesi merkini og finna útav, um hetta ikki er nakað fyri tey.
- Vit vilja fegin geva øllum møguleikan at uppliva góðskuna á hesum klæðunum – og ikki minst síggja, at tað ber væl til at fáa góð barnaklæði fyri ein bíligan prís her í Føroyum, sigur Hallgerð.
Í Alvaró er eisini eitt breitt úrval av øðrum vælumtóktum barnaklædnamerkjum. Úrvalið kann altíð síggjast bæði í handlinum í SMS og á nethandlinum www.alvaro.fo
##med2##
##med3##
##med4##