SEV boðar frá, at seinnapartin í dag hendi ein syrgilig arbeiðsvanlukka í haganum nærindis Selatrað. Meðan arbeitt varð uppi í einum elsteyra, datt ein av monnunum niður úr steyranum.
Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið við tyrlu, men doyði tíverri av løstunum.
Til ber ikki at siga nakað um orsøkina til hendingina, fyrrenn nærri kanningar eru gjørdar, sigur SEV, sum samstundis boðar frá, at tey avvarðandi hava fingið boðini.