Ambience er fyrsti summargestur

Í dag hevur summarsins fyrsta ferðamannaskip vitjað á Havnini

 

Talan er um Ambience, sum er úr Bahamas. Tað er 245 metrar langt og við eru hálvtfjórðhundrað ferðafólk.

Talan er um hitt fyrsta av tilsamans 59 ferðamannaskipum, sum hava boðað frá, at tey koma til Havnar í summar.