Andrea skal royna seg í Final Four í European League

Fyrst í mai bíðar ein spennandi avbjóðing hjá Andreu Jacobsen og hennara liðfeløgum

Íslendski landsliðsleikarin, Andrea Jacobsen, ið er av føroyskari ætt, og liðfelagar hennara á týska liðnum, Blomberg-Lippe hava vunnið seg í Final Four í EHF European League.

 

Final Four fer fram í eysturríkska býnum, Graz. Dystirnir vera leiktir í Raiffeisen Sportpark.

 

Í hálvfinaluni, ið verður leikt leygardagin 3. mai klokkan 17 skulu Andrea og liðfelagarnir royna seg móti danska liðnum, Ikast-Herning.

 

Finalan verður leikt dagin eftir klokkan 17.

 

Andrea er abbadóttir havnarmannin, Óla Jacobsen, og hon eitur eftir langabbanum, Andrias í Køkubúðini, ið var ein kend býarmynd í hinari øldini.