Andrias og liðfelagarnir vunnu á oddaliðnum

Wisla Plock hevur tryggjað sær pláss millum seks tey fremstu liðini

Landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Wisla Plock tóku móti oddaliðnum í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini, Arka Gdynia.

 

Tað eydnaðist Wisla Plock at vinna ein flottan 1-0 sigur við einum máli Lukasz Sekulski skoraði miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

 

Wisla Plock er triðfremst í deildini við 60 stigum nú bert tvey umfør eru eftir at leika. Arka Gdynia er fremst í deildini við 68 stigum, og Termalica hevur 65 stig á triðja plássinum. Wisla Plock hevur tryggjað sær at enda millum seks tey fremstu liðini, men teir røkka sannlíkt ikki øðrum plássinum, ið gevur beinleiðis uppflyting. Tí má Wisla Plock helst spæla uppflytingardystir. Nummar trý, fýra, fimm og seks spæla uppflytingardystir.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18.30 spælir Wisla Plock dyst á útivølli móti Leczna.