Annika og Nykøbing Falster vunnu seg í "Final Four" í European League

Annika Fríðheim Petersen skal sum tann fyrsti føroyski landsliðsleikarin nakrantíð kappast í "Final Four" í einari evropeiskari kapping

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagar hennara í Nykøbing Falster hava vunnið seg í "Final Four" í EHF European League.

 

Nykøbing Falster vann á heimavølli í dag stórsigur 38-29 á rumenska liðnum, Ramnicu Valcea. Nykøbing Falster tapti á útivølli 29-32, og vann sostatt ein samlaðan 67-61 sigur.

 

Nykøbing Falster var á odda 17-14 í steðginum, og kom út sum eitt ódnarveður í seinna hálvleiki, og vann seg upp á eina 27-16 leiðslu. Eftir tað gjørdist tað sera tungt hjá rumenska liðnum at vinna seg aftur í dystin. 

 

Tey fýra liðini sum kappast í Final Four í Graz í Eysturríki 13. og 14. maj eru donsku liðini Nykøbing Falster og Ikast, og so týsku liðini Thuringer og BVB Dortmund.

 

Annika bjargaði fýra av 19 málroyndum ta tíðina hon var á vøllinum í dag. Cecilie Greve bjargaði átta av 20 málroyndum í dag.

 

Annika Fríðheim Petersen er fyrsti føroyski landsliðsleikarin hjá bæði monnum og kvinnum, ið sleppur at royna seg í Final Four í einari evropeiskari kapping. 

 

In.fo ynskir Anniku og liðfeløgunum í Nykøbing Falster tillukku við bragdinum.