EM-atgongumerkjasølan byrjar 21. mai

HSF fingið tillutað umleið 5.000 atgongumerki

HSF skrivar:

 

Tað hevur leingi verið greitt, at um Føroyar koma við til EM-endaspælið verður spælt í Oslo. Dystirnir verða spældir 16., 18. og 20. januar 2026 í Unity Arena í Oslo.

 

Pláss verður fyri 8500 áskoðarum til føroysku dystirnar í Oslo, og frá byrjan hevur HSF fingið tillutað áleið 5000 atgongumerki. HSF hevur frá EHF fingið upplýst, at hetta talið fer væntandi at hækka, tá tey hava havt møguleika at samskifta við hini liðini í bólkinum um teirra tørv á atgongumerkjum.

 

Atgongumerkini verða seld í fýra ymsum bólkum:

 

Kategori 1: 2565 NOK

 

Kategori 2: 1863 NOK

 

Kategori 3: 1485 NOK

 

Kategori 4: 945 NOK

 

Hetta er fyri atgongumerki til allar tríggjar dystirnar hjá Føroyum.

 

Atgongumerkjasølan verður á sølusíðuni hjá EHF og fyrireikarunum og byrjar mikudagin 21. mai kl. 10:00.

 

Ferðing

 

Eins og í 2024 fer Atlantic Airways sjálvandi at flúgva fjepparar til EM-endaspælið í hondbólti í Oslo í 2026. Til EM-endaspælið í Berlin vóru 10 beinleiðis flogferðir úr Føroyum til Berlin, men í januar kemur Atlantic Airways at hava heilar 20 fráferðir til EM-endaspælið. Ferðaseðilin kemur at kosta 3.299 kr. t/r. og flogið verður hesar dagar: Vágar – Oslo 14., 15., 16., 18. januar og Oslo – Vágar – 19., 21., og 22. januar.

 

Norröna kemur eisini at sigla fjepparar frá Føroyum til Oslo, har møguleiki verður at gista umborð á Norrönu undir endaspælinum.

 

Eventz, Fonn Flog og 62N fara at skipa fyri bólkaferðum til EM-endaspælið.

 

Ferðirnar verða settar til sølu mikudagin 21. mai. Nærri kunning verður at fáa hjá teimum ymsu veitarunum. Skrivar HSF.