Arbeiðsgevararnir: Stórt afturstig, um Fast Track-skipanin verður steðgað

Undir orðaskiftinum um ólavsøkurøðu løgmans hevur nógv orðaskifti verið um nógvu útlendingarnar, ið koma higar at arbeiða. Bæði Eyðgunn Samuelsen, løgtingkvinna, og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, hava víst á, at Fast Track-skipanin, sum loyvir borgarum úr triðjalondum at fáa arbeiðsloyvi í Føroyum, átti at fingið eitt “time out”. Samgonga og andstøða tykjast altso samd um, at her má okkurt gerast.

 

LES EISINI: Taka time-out við Fast Track-skipanini

 

Men vinnulívið hevur tørv á arbeiðsmegi, og at steðga Fast Track-skipanini hevði gjørt tað munandi truplari at finna fólk. Tað kann fáa ávirkan á føroyskt vinnulív.

 

Tað sigur Jón Sigurdsson, sum er formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

– Tað hevði verið eitt stórt afturstig, um hon verður steðgað. Vit hava stóran tørv á arbeiðsmegi, og Johnny í Grótinum, sum nú er nýggjur formaður í Búskaparráðum, hevur eisini gjørt eina kanning fyri Vinnuhúsið, sum vísur, hvat útlendska arbeiðsmegin hevur kasta av sær til føroyska samfelagið.

 

Í greiningini, sum búskaparfrøðingurin gjørdi fyri Vinnuhúsið, verður m.a. staðfest, at

 

 

tey 2000 útlendsku starvsfólkini, sum eru komin til Føroya at arbeiða, góvu eitt íkast til BTÚ, sum svarar til 2 milliardir krónur í 2023. Greiningin vísir eisini, at útlendsku starvsfólkini bøttu munandi um úrslitið hjá almennu kassunum, sannlíkt við 200-300 milliónum krónum í 2022.

 

 

LES EISINI: Útlendska arbeiðsmegin gevur milliardir

 

Vinnulívið tekur væl ímóti integratiónslógini

 

Er vinnulívið ein nóg raskur viðspælari at tryggja integratión av útlendingum í Føroyum?

 

– Trupulleikin er, at tingini verða blandað saman. Endamálið við Fast Track-skipanini er, at fáa fólk til Føroyar at arbeiða, sum bara skulu arbeiða, og so fara aftur, tá arbeiði ikki er til teirra longur. Tilfyting, integratión og Fast Track-skipanin eru øll ymisk fyribrigdi, og eiga ikki at verða vavd saman. Fast Track-skipanin snýr seg um ikki um at fáa fólk og teirra familjur til Føroya at búgva her, sigur formaðurin í Arbeiðsgevarafelagnum.

 

Niels Winther, sum er stjóri í Vinnuhúsinum, sigur, at vinnulívið tekur fult og heilt undir við, at útlendingar verða integreraðir í føroyska samfelagið.

 

Hann vísir tó á, at um vit samanbera okkum við onnur lond, so eru tað nógv færri útlendingar her. Í Danmark eru 13% av arbeiðsmegini útlendingar, meðan talið í Íslandi er 23%. Í Føroyum er talið umleið 7%. Spurningurin er tí eisini, um talið fer at blíva við at vaksa. 

 

– Talið av útlendskum arbeiðstakarum er vaksið úr 3% til 7% upp á 10 ár, men tað er ikki vist, at tað fer at blíva við at vaksa. Vit mugu tó eisini ásanna, at við tí føðitíttleikanum vit hava nú, so fara vit fyrr ella seinni at mangla fólk í Føroyum, so tað fer eisini í framtíðini at vera tørvur á útlendskari arbeiðsmegi.

 

Niels Winther staðfestir, at vinnulívið tekur fult og heilt undir við átøkum at integrera útlendingar betri.

 

– Vit hava sent okkara hoyringssvar um nýggju integratiónslógina í dag, og vit taka undir við teimum flestu átøkunum har. 

 

Hann vísir eisini, at í Vinnuhúsinum eru tey fús at tosa um, hvørt krøv skulu setast til útlendskar arbeiðstakarar og hvussu teir verða screen'aðir.

 

Men at steðga Fast Track-skipanini er ikki eitt gott hugskot. Tað verður ein dyggur smeitur fyri vinnulív og samfelag:

 

– Útlendsk arbeiðsmegi er avgerandi fyri vinnulív, búskap og almennu kassarnar, sigur hann. Hon er ein fortreyt fyri fyri nógvum virksemi hjá fleiri fyritøkum.