- Henda dagin, tá grind varð funnin í Miðvági, fór ein grindaformaður eftir mønustingarunum. Men, tá var eingin at finna. Allir 11 vóru burtur, og tveir kúluonglar vóru kvettir úr endunum

11 mønustingarar eru horvnir í Bø

- Verða vit forfylgd av umhvørvisfelagsskapi? Tey vóru í hvussu er væl mannað, meðan vit fingust við grindina. Hetta er kriminalitetur, sigur Gutti Guttesen, grindaformaður í Bø

- Henda dagin, tá grind varð funnin í Miðvági, fór ein grindaformaður eftir mønustingarunum. Men, tá var eingin at finna. Allir 11 vóru burtur, og tveir kúluonglar vóru kvettir úr endunum

- Hetta er tað, sum vit grindaformenn í Bø hava upplivað ta síðstu tíðina.

 

Soleiðis sigur Gutti Guttesen, sum saman við fimm øðrum er grindaformaður fyri hvalvágina, Bøur, á sínum Facebook-vanga í kvøld.

 

Hann vísir á, at eftir grindadrápið hin 5. juli bleiv alt ruddað - mønustingararnir vórðu vaskaðir í ánni og saman við kúluonglum lagdir inn í bátasmiðjuna.

 

- Síðan varð hurðin stongd, og hurðin var stongd í eina til tvær vikur, leggur hann aftrat.

 

Gutti Guttesen sigur, at nú henda dagin, tá grind varð funnin í Miðvági, fór ein grindaformaður í smiðjuna eftir mønustingarunum.

 

- Men, tá var eingin mønustingari at finna. Allir 11 vóru burtur, og tveir kúluonglar vóru kvettir úr endunum og burturbeindir.

 

Og grindaformaðurin sigur víðari:

 

- So, vit standa spyrjandi. Verða vit forfylgd av Sea Shepherd? Tey vóru í hvussu er væl mannað alla tíðina, meðan vit fingust við grindina, sigur hann.

 

##med2##

 

Gutti Guttesen leggur aftrat, at hann torir at standa inni fyri, at tað er eingin um hansara leiðir, sum hevur gjørt seg sekan í hesum.

 

- Hetta er kriminalitetur, so tað stendur eftir, sigur hann.

 

Grindaformaðurin heldur fyri, at skulu vit framhaldandi verja okkara mentan og siðvenjur, skulu umhvørvisfelagsskapir haldast langt vekk.

 

- Málið er meldað, so nú fáa vit at síggja, um tað førir til nakað, sigur Gutte Guttesen, grindaformaður í Bø.

 


 

 

- Henda dagin, tá grind varð funnin í Miðvági, fór ein grindaformaður eftir mønustingarunum. Men, tá var eingin at finna. Allir 11 vóru burtur, og tveir kúluonglar vóru kvettir úr endunum

Saman við fimm øðrum er Gutti Guttesen grindaformaður fyri hvalvágina, Bøur