Tó og tí er hetta bara ein sáttlig og blíðmeint annan dags takkarheilsa, vinarliga lýst í tveimum stuttum brotum og kransað við minnum úr lívsins morgunlandi - hesi fáu árini - táið lívið var nýtt og óbrúkt – og er enn eitt mið, sum ein støðugt leitar aftur á í takklæti.
Sum sjúkrasystir
Mær barst fyri av snarsintum dreingjalótum, sum 10 ára gamal á sumri 1950, at fáa ein spískan træ-píl skotnan beint inn gjøgnum annað eygnalokið - og pílurin stóð í tí góða eyganum – tó uttanvert sjónina.
Pílurin bleiv rivin út og illa bløddi.
Í vøruvogninum hjá Sofus Larsen, bakara, bleiv ein í skundi koyrdur út á sjúkrahúsið. Har ið eygnalæknin, Niels Pauli Holm, av tilvild - og lukkutíð fyri meg - var hjástaddur, og sum legði eyguni blind í einar 20 dagar, og skuldi eg liggja so pinnastillur. Síðani fylti Holm væl av penicillini (nýliga framkomið) inn í krovið, sum vernd fyri møguligan, sera hættisligan, bruna.
##med2##
Tí útlitini vóru døpur - um illa vildi til. Var pílurin molddálkaður? Stívkrampi! Bleiv eygað álvarsliga betent - so varð hitt eygað líka hótt og heilin við.
Har - úr blindleikanum - kendi ein tær allar á málinum, sjúkrasystrarnar – sum tá var teirra sæla starvsheitið, tí tær vóru veruligar sum systrar – hesar ediligu einglarøddirnar, sum vóru um meg - dag og nátt!
Ein var úr Fugloy, ein úr Leynum (Jana?, ein systir Arnfinn Setberg), Hasla Josephsen (hjá Hans úr Miðvági) av Ziskatrøð (sum tað tá æt) og so ikki minst Ása Klein úr Oyndarfirði, sum longu tá, sum 20 ára gomul, fløddi yvir við umsorgan og ábyrgd.
Eri síðani komin at kenna hennara frægu familju og fólkaferð í fleiri ættarlið.
Lena, ein eldri systir Ásu, var gift við Palla hjá Mariannu (Rasmussen), sum var næsti granni okkara á Selheyggi.
Hon bakkaði ikki ein tumma
Seinni komu øll at kenna Ásu Klein, tann minniliga dagin 21. apríl 1955, táið eitt fullsett lið av hægstu embætismonnum landsins - óhøviskir høvdingar úr Havn - komu á morgni snimma og uttan ávaring á dyr sjúkrahúsins í Klaksvík, til at leggja fútaforboð móti Oluf Halvorsen, lækna, og við hesum reka hann frá.
Tá stóð Ása stinn fyri teimum og segði við myndugleika: “Oluf Halvorsen er ikki her!”.
Oluf Halvorsen var - umframt ein fakligur úrmælingur - eitt sonevnt “pliktmenniskja” við einari eyðkendari ábyrgdarkenslu, ið ongantíð sveik, hóast hann so at siga var einsamallur lækni fyri allar Norðuroyggjar og eystursíðuna av Eysturoynni við - í nærum 4 ár!
Og sum als ikki fór av sjúkrahúsinum út í býin ella út á bygd í læknaørindum – uttan at onnur skilafólk stóðu í hansara stað.
Halvorsen virkaði saman við Dr. Dahl, yvirlækna, í yvir 3 ár á hospitalinum í Havn. Hetta áðrenn at hann haðani varð sendur norður til Klaksvíkar til bata fyri ótolandi, vantandi læknarøkt í Norðoya læknadømi.
Jú, Halvorsen kundi: Mirabile dictu? (merkiligt nokk) væl brúkast sum lækni í Havn – men ikki í Klaksvík? Ja, kennist nakar við hetta fyribrigdi enn?
Meiri gjølla, um hesa hending, er umrøtt í bókini “Herskin herðindi” - men, lat fara, her...
Afturundirgerð
Ása giftist við Henrik Ovenberg, hon búði tí í Norra í mong ár, og tey fingu tvey børn.
Løturnar líða, lívið er eittans, og ikki svitast hetta, hvussu tungt tað kennist, táið ein av teim kæru fer; men hevur tú hinvegin - eitt mið og mál í lívinum - og eftir førimuni við ábyrgdarkenslu roynt at stigið í fótafet fedranna - so er væl farið.
Sum pensionistar búsettust hjúnini í Oyndarfirði. Har andaðist Henrik, og so kom hitt boðabrotið, táið einkadóttirin fór í góðum árum.
Ása býr nú, sum einkja, enn í húsinum og er framvegis stinn á búnum aldri.
Hjartaliga til lukku við degnum, Ása, og alt gott fylgi tær og tínum.
Arnstein Niclasen