Pauli Jacobsen verður liðfelagi við Hampus Wanne

Svenska stórstjørnan skiftir til HØJ í summar

31 ára gamli vinstri vongurin hjá Svøríki, Hampus Wanne skiftir Barcelona út við HØJ komandi summar.

 

Sostatt vera landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og svenski stórleikarin liðfelagar komandi kappingarár, tá HØJ ætlandi hevur flutt upp í bestu donsku hondbóltsdeildina. HØJ er í løtuni greitt oddalið við fullum stigatali í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Hampus Wanne hevur vunnið EM við Svøríki, og Champions League við bæði Flensburg-Handewitt og Barcelona.

 

Hampus Wanne hevur skotið 425 mál í 104 dystum fyri Svøríki.