At verja umhvørvið snýr seg um eina hugburðsbroyting

Tey ungu góðtaka ikki, at pappír, plastik og annað órudd verður tveitt í náttúruna, og her hava barnagarðar og skúlar gjørt eitt stórt arbeiði.

 

Vit plaga at siga, at Føroyar eru grønar – og ikki minni vakrar, og her er Sandoyggin sjálvsagt besta dømi – men vit í Tjóðveldi vilja, at allar Føroyar skulu gerast enn grønari og reinari.

 

Vit vilja, at Føroyar í størst møguligan mun skulu leggja um til grøna og varandi orku, og her eigur tað almenna at ganga á odda.

 

Neyðugt verður eisini at tryggja, at tað skal loysa seg hjá vanligum fólki at leggja um til aðra orku enn olju – sjálvsagt við stuðli og góðari fígging til umlegging.

 

Fólk mugu síggja, at ein umlegging upp á sikt eisini ger, at meira verður eftir í pengapunginum, nú oljan í dag fer avstað við einum alsamt størri parti av okkara inntøkum.

 

Við høgu prísunum á diesel og bensini er hetta helst eisini rætta løtan at hugsa alternativt – ikki minst umhvørvinum at gagni.

 

Tjóðveldi stendur saman um SEV, sum er okkara felags ogn og amboð í grønu orkuumleggingini. Vit vilja ikki, at SEV verður pettað sundur og selt til privatar – ei heldur til útlendsk kapitaláhugamál.

 

Vit skjóta eisini upp, at eitt orku-og umhvørvismálaráð verður skipað í Tinganesi.

 

Føroyar eru tíbetur komnar langt, tá ræður um at taka sær av okkara burturkasti, sum í dag verður brent á Sandvíkarhjalla í Havn – og á brennistøðini í Leirvík. Vit skulu ikki so langt aftur í tíðina, tá tað var vanligt at stoyta burturkast í havið – ella at brenna burturkast í opnari brenning.

 

Tað var vanligt, at teir, sum arbeiddu í brenningini, ikki sóu hvønn annan fyri royki!

 

Í dag hava vit skipaðar móttøkur av ruski, og vit hava móttøkur av spillolju og ymiskum burturkasti frá skipum. Vit hava ruskskiljing, og vit hava endurnýtslur, har ein partur av tí, sum annars hevði farið í brenniovnin, verður endurnýtt. 

 

Á umhvørvisøkinum hava vit nógv at fegnast um. 

 

Nógv er vorðið betri, og náttúran er vorðin reinari, tó at enn er langt á mál. Vit hava dugað at gjørt tingini væl, men tað verður altíð soleiðis, at vit kunnu gera tingini nógv betur. Tíbetur síggja vit, at tað er yngra ættarliðið – børn og ung í dag – sum ganga á odda og lyfta peikifingurin, tá tey tilkomnu hava hug tat ganga heldur lætt um umhvørvið.

 

##med2##

 

Og her er ein lítil og fitt søga.

 

Eg minnist seint ein dagin, at ein av gentunum hjá okkum – hon var tá eini 8-9 ára gomul – leyp avstað á súkklu saman við einari vinkonu.

 

Tær søgdu ikki, hvar tær fóru, men ein tíma seinni stóðu tær aftur í túninum við einum posa við ruski, sum tær høvdu savnað í bygdini. 

 

At verja umhvørvið snýr seg eisini um eina hugburðsbroyting, og eg ivist onga løtu í, at tað verða tey, sum eru børn og ung í dag, sum koma at ganga á odda. 

 

Tey ungu góðtaka ikki, at pappír, plastik og annað órudd verður tveitt í náttúruna, og her hava í fyrsta lagi barnagarðar og skúlar eftir mínum tykki gjørt eitt stórt arbeiði.

 

Kristian Oskar Henriksen, valevni hjá Tjóðveldi

 

Lesið eisini: 

 

"Okkara ríku Føroyar skulu ríka bæði ung og eldri"

 

https://in.fo/news-detail/okkara-riku-foeroyar-skulu-rika-baedi-ung-og-eldri

 

"Eg eri eyðmjúkur og takksamur"

 

https://www.in.fo/news-detail/eg-eri-eydmjukur-og-takksamur

 

"Fólk mugu fáa fígging til egnan bústað"

 

https://www.in.fo/news-detail/folk-mugu-faa-figging-til-egnan-bustad

 

 

 

 

 

 

 

Glaðar og stoltar eru tær aftur í túninum við posanum við ruski.