Atlantsflog fer at flúgva til eitt heitt ferðamál afturat

Tað eru nógvir føroyingar, sum fara suður í heitari lond við Atlantsflogi - og nú fáa vit so ein møguleika afturat

Flúgvingin hjá Atlantsflogi suður í heitari lond, hevur verið sera væl umtókt og tað er eitt stórt tal á føroyingum, sum brúka hendan møguleikan at fara suður í sól og summar.

 

Her er bæði talan um tey, sum flúgva við Atlantsflogi til Barcelona og Mallorca um summarið, og Gran Canaria, sum Atlantsflog flýgur til um veturin, tá ið tað er bæði kalt og ófantaligt veður í Føroyum.

 

Gran Canaria í Kanarisku oyggjunum, verður aftur á ferðaætlanini næsta vetur, staðfestir Atlantsflog.

 

Men næsta ár fáa føroyingar ein møguleika afturat tí næsta heyst, altso á heysti í 2024, fer Atlantsflog eisini at flúgva beinleiðis til kendu ferðafólkaoynna,Tenerife, sum eisini er í Kanarisku Oyggjunum, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi.

 

Tenerife er tann er tann størsta av teimum kanarisku oyggjunum, og seinni í ár fer føroyska flogfelagið at kunna meiri um hesar ferðirnar.