Atli Dam hevði fylt 90 ár í dag

Í dag eru 90 ár síðani, at Atli P. Dam, fyrrverandi løgmaður, varð føddur – 12. september í 1932. Atli Dam doyði 7. februar í 2005.

Myndin er tikin í Løgtingssalinum valskeiðið 1984-88. Atli Dam er tá løgmaður í fjórða landsstýri sínum. Jógvan Sundstein er løgtingsformaður. Atli Dam úr Javnaðarflokkinum og Jógvan Sundstein úr Fólkaflokkinum fylgdust øll árini í politikki. Báðir valdir á ting í 1970, og báðir fóru úr politikki í 1994. Jógvan Sundstein fylti 89 ár í mai.

Atli Dam kom sum eitt skot í føroyskan politikk í mars mánaði í 1970, tá Javnaðarflokkurin hevði boð eftir honum at gerast landsstýrismaður, eftir at Villi Sørensen í Klaksvík brádliga doyði nýggjársdag í 1970.

Á valinum í november í 1970 varð hann valdur í Suðuroyar valdømi, og hann endurskipaði samgonguna 10. desember í 1970 við Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Landsstýrismenn aftur at honum vóru Jákup Lindenskov, (C), Peter F. Christiansen og Eli Nolsøe (B) og Sámal Petersen (D).

Atli Dam var løgmaður í fimm samgogum: 1970-75, 1975-1979, 1979-81, 1985-1989 og 1991-93, tá hann legði frá sær, og Marita Petersen tók við løgmanssessinum.

Atli Dam er tann, sum hevur sitið nógv longst sum løgmaður – hann sat í tilsamans góð 16 ár, hann stýrdi fimm samgongum – har allir flokkar á tingi vóru við upp á skift, og til samans hevði hann 22 landsstýrisfólk undir sær, 19 mans og tríggjar kvinnur.