Hóast uttanríkis- verju- og hernaðarmál formliga eru donsk málsøki, hava vit støðugt kravt, at Føroyar skulu taka tær avgerðir, sum viðvíkja Føroyum, og tala sína egnu søk í altjóða høpi.
Á fundum við stjórnina, í greinum, røðum og samrøðum við pressuna hava vit víst á, at danska grundlógin ikki longur er karmur um ríkisfelagsskapin. ”Grundlógin er ein skógvur, sum er nummar 39, men ríkisfelagsskapurin er ein fótur, sum er nummar 45”, sum vit hava orðað tað.
Vit hava vunnið okkum nógv víðari ræsur enn tað, sum grundlógin loyvir - og soleiðis skal tað vera. Ríkisfelagsskapurin er - og skal vera - ein politiskur felagsskapur. Hann skal ikki vera eitt juridiskt búr.
Okkara støðuga trýst hevur verið við til at slóða fyri, at formligar skipanir nú eru settar ið verk, sum gera, at landsstýrið fær nógv størri vitan og verður tikið nógv meira við uppá ráð enn áður, tá tað snýr seg um uttanríkisviðurkifti, verju og trygd.