Iran rakt høvuðsstøðina hjá Mossad í Ísrael

Ísrael hevur ikki váttað upplýsingarnar, tó at roykur sæst í umhvørvinum kring høvuðsstøðina hjá hernaðarligu fregnartænastuni

Iran vil í dag vera við, at høvuðsstøðin hjá hernaðarligu ísraelsku fregartænastuni Mossad í morgun er rakt í iranskum álopum.

Hetta skriva iranskir miðlar í dag, men í Ísrael hava tey ikki váttað upplýsingarnar, tó at roykur sæst í umhvørvinum kring høvuðsstøðina.

Fyrr í dag kunngjørdi ísraelski herurin, at ovasti leiðarin fyri iranska herinum, Ali Shadmani, er dripin í ísraelskum álopi.

Sambært tíðindamiðlinum Al Jazeera var Shadmani leiðari fyri høvuðsstøðini hjá iransku kollveltingarhyrðuni.

Iransku myndugleikarnir hava tó ikki váttað deyðsfallið av ovastanum.

Ali Shadmani fekk leiklutin sum ovasti hernaðarligi leiðarin, eftir at undanfarni leiðari, Gholam Ali Rashid, varð dripin í ísraelskum álopi seinasta fríggjadag.

Á ísraelsku síðuni í dag verður sagt, at í minsta lagi tíggju iranskir kjarnorkugranskarar eru dripnir í ísraelskum álopum í dag.

Reuters, sum endurgevur iranskar miðlar, veit seinnapartin í dag at siga, at høvuðsstøðin hjá Mossad liggu uttanfyri Tel Aviv.

Fleiri upptøkur á sosialum miðlum vísa rakettir, sum spreingjast í økinum kring høvuðsstøðina, men óvissa er um, hvørt sjálv høvuðsstøðin er rakt.