Avgreitt 7: Bøtt støða hjá fangum og nýtt fongsul

Í samráð við starvsfólk í arrestini í Mjørkadali hava vit tvørtur um fleiri valskeið talað fyri, at umstøðurnar í fyrsta lagi verða gjørdar betur, og í øðrum lagi at eitt nýtt fongsul verður bygt í Føroyum. Hetta er gjørt mótvegis viðkomandi ráðharrum, forsætisráðharranum og í orðaskiftum á Fólkatingi.

 

Hetta hevur havt við sær, at munagóðar ábøtur eru gjørdar í Mjørkadali.

 

Vit hava eisini virkað fyri, at bøtt verður um umstøðurnar hjá føroyskum langtíðarfangum, sum sita í Danmark, og vit hava átalað, tá mannarættindi hjá fangum verða brotin.

 

Men tað stóra kravið hevur alla tíðina verið, at eitt nýtt fongsul verður bygt í Føroyum. Tað hevur ginvið meira striltið, men 26. september fekk eg – eftir at hava havt fundir um tað við bæði forsætis- og løgmálaráharran – skrivliga váttan frá Mattias Tesfaye, løgmálaráðharra, um, at kemur danski javnaðarflokkurin aftur til valdið, verður ætlanin framd.

 

Fongslið skal standa liðugt og klárt at taka í nýtslu í 2029.

 

Hetta bræv – hetta lyfti – leggja vit á borðið, tá vit, vónandi, fara til samráðingar við danska javnaðarflokkin beint eftir valið.