Smittuspjaðingin í Føroyum er økt nógv. Í gjár vóru 19 fólk staðfest við koronu og í løtuni eru 66 smittað í landinum.
247 eru í sóttarhaldi.
-Av teimum smittaðu vit funnu í gjár, eru tvey, sum búgva í Føroyum og sum vit ikki enn vita, hvussu hava fingið smittuna, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.
-Tað sigur okkum so mikið, at smittan er í Føroyum. Tí mugu vit ansa uppaftur betur eftir og bert um nýggjárshalguna vera saman við familjuni og teimum vit koma saman við dagliga. Vit noyðast at gera hetta fyri at fáa tamarhald á smittuni, eins og vit gjørdu í vár, sigur landslæknin.
Hann - eins og Pál Weihe - mælir til, at nýggjarsveitslurnar verða avlýstar hesaferð, og at vit halda okkum heima saman við familjuni og ikki savnast í størri flokkum.
Koppingarevni er á vegf til Føroyar við flogfarinum, sum kemur í kvøld.