Sosialurin hevur eina greinarøð í fleiri pørtum, har vit vitja bóndagarðar kring landið og tosa við bóndan um, hvussu hann megnar at liva av landbúnaðinum.
Vit greiða frá garði hansara, seyðahaldi og neytahaldi, um bóndin eisini hevur neyt.
Í greinarøðini skifta orð um umstøðurnar hjá landbúnaðinum í Føroyum – hvørjar avbjóðingarnar eru, og vit fara at spyrja, um landbúnaðurin hevur eina framtíð.
Har eplir og grønmeti eru partur av garðinum, lýsa týdningin av hesum virksemi og vit spyrja, um bóndin heldur, at Føroyar kunnu gerast sjálvbjargnar við eitt nú eplum.
Men, tá skift verður orð við bøndur um landbúnað í Føroyum, slepst neyvan uttan um ferðavinnuna.
Nýggja lógin um burðardygga ferðavinnu varð nógv umrødd, men hvussu megna bøndur, har ferðavinna er partur av virkseminum, at virka innan karmarnar av nýggju lóggávuni?
Spurningurin er eisini, um ferðavinnan skal gerast eitt nýtt bein, sum stuðlar undir landbúnaðarvinnuna í Føroyum – ella skulu tað bara vera veitarar í høvuðsstaðarøkinum og útlendskar ferðaskrivstovur, sum fara vit vinninginum?
Vit spyrja, hvussu føroyskir bøndur eisini kunnu fáa nakað burtur úr ferðafólki og vitjandi á garðinum annars.
Vitjan á Varmakeldugarðinum
Í dag vitja vit á bóndagarðinum hjá Janusi Joensen, bónda í Gøtudali, sum fyri fáum árum síðan tók eitt nýtt, nútímans og nógv størri fjós í brúk enn tað, hann hevði frammanundan.
Tað eru Janus og konan, Bára, sum bæði eru úr Gøtu, ið reka Varmakeldugarðin saman við familjuni og einum húskalli.
Útgrevsturin til nýggja fjósið, sum er bygt við síðuna av tí gamla, byrjaði í mars mánaði í 2019, og tá fjósið stóð liðugt tvey ár seinni, fluttu neytini inn. Gamla fjósið var umleið 300 fermetrar stórt, og nýggja fjósið er stívliga 1500 fermetrar.
Í gamla fjósinum vóru 42 básar til mjólkneyt, og í nýggja eru 73.
Tað var yngsti beiggin hjá Janusi, sum bygdi nýggja fjósið í Gøtudali fyri bóndahjúnini, og nú fjósið hevur verið í drift í fýra ár, letur bóndin sera væl at.
- Eg vil siga, at hetta hevur riggað serstakliga væl og alt, sum hevur við neyt, fóðring og mjólkina at gera, hevur verið sum dagur og nátt í mun til tað, sum var í gamla fjósinum.
Í nýggja fjósinum eru mjólking og fóðring sjálvvirkandi, eins og í nøkrum øðrum fjósum kring landið. Fjósið brúkar onga olju, tí hitin kemur úr rørleiðing, sum liggur undir flóðrinum, sum gevur hita til alt húsið – eisini til matstovuna á fjósloftinum, sum vit fara at venda aftur til í greinini.
Alt, sum fellur frá neytunum, fer til biogassverkið Førka á Sandvíkarhjalla, og haðani kemur bilur umleið eina ferð um vikuna eftir fráfallinum.
Mjólkirobotturin í fjósinum hjá Janusi og Báru er av sama slagi, sum tann í fjósinum á Viðareiði, sum varð bygt fyri nøkrum árum síðan, og er robotturin soleiðis ein nýggjari útgáva, enn teir eldru robottarnir vóru.
Meðan fjósið í Gøtudali varð bygt, var Janus so heppin at kunna hava nakrar kýr – líka sum í starvsvenjing - í nýggja fjósinum á Viðareiði. Her vóru kýrnar tað mesta av einum ári og lærdu seg at mjólka í nýggja robottinum.
Hetta vóru samstundis kýrnar, sum slóðaðu fyri, tá Janus tók nýggja fjósið í brúk við sjálvvirkandi mjólkirobottinum.
Hevur altíð fingist við neyt
Hjá Janusi Joensen, sum í dag er 51 ár, stóð valið fyri nøkrum árum síðan ímillum at byggja sær eitt størri og nútímans fjós ella at gevast við bóndaskapinum.
Hann hevur altíð fingist við neyt – heilt síðan, hann var smádrongur, og hann letur illa at, hvussu hetta er farið við kroppinum og heilsuni.
- Eg eri altíð komin í fjósið, og eg havi staðið á lønarlista her síðan 1987, sigur hann brosandi.
Umframt at vera virkin í fjósinum, hevur Janus í nøkur ár havt ein húskall, sum er í 20-unum, og hetta ger, at hann kann taka sær frí av og á.
- Yngsta dóttirin og versonur okkara eru eisini eitt sindur uppi í her í fjósinum, leggur hann aftrat.
Hóast Janus var maður í góðum árum, tá hann setti sær fyri at byggja nýtt fjós, føldi hann seg likamliga slitnan, tí tað er hart arbeiði at fáast við neyt, og tú bukkar teg og reisir teg aftur nógvar ferðir gjøgnum eitt samdøgur, og hetta slítir kroppin.
Í nýggja fjósinum er alt vorðið so nógv lættari, og Janus er í dag ógvuliga glaður fyri íløguna, hann og konan valdu at gera, og tað var ikki minst kona hansara, sum eggjaði honum til at nútímansgera virksemið á garðinum.
- Konan helt fyri, at eg hevði einki annað gjørt í lívinum enn fingist við neyt, og hvat skuldi eg fara at taka mær fyri, um eg ikki hevði neytini? Vit gjørdu hesa íløgu, og tað eri eg glaður fyri í dag.
Janus Joensen ásannar, at sjálvandi er hetta er stór íløga, tí tað kostar nógv at byggja eitt slík nútímans fjós við teirri tøkni, sum fjósið hevur, men við góðari fígging og stuðli frá Búnaðargrunninum letur hetta seg væl gera við teirri mjólkarkvotu, hann hevur í dag.
Tað var hin 1. januar í ár 2000, at Janus Joensen formelt gjørdist festari á garðinum í Gøtudali, sum pápabeiggi hansara, Gunleivur, hevði havt.
- Tað vóru Gunleivur og abbi konu mína, Hans í Køkinum, róptur, ið bygdu fjósið sum felagsfjós í seinnu hálvu av sjeytiárunum, og hetta fjósið stendur her framvegis.
Soleiðis kemur bóndagarðurin í Gøtudali úr ættini hjá bæði Janusi og konu hansara, Báru.
- Onkrir tankar eru um, hvat gamla fjósið skal brúkast til, og helst fer tað at verða brúkt til goymslu og annað, sigur bóndin.
Bóndaskapur og ferðavinna
Ein tanki kundi kanska verið at brúkt gamla fjósið í ferðavinnuhøpi, men her hava Janus og konan longu verið so framsíggin, at tey hava innrættað sær eina matstovu á loftinum í nýggja fjósinum.
- Tað er serliga konan, sum tekur sær av hesum, og her hava vit tiltøk fyri bólkum og øðrum, sum ynskja sær okkurt at eta – antin tað er ein drekkamunnur, frokostur ella døgurði.
Janus ásannar, at kona hansara hevur serliga stóran áhuga í teimum møguleikum, sum her eru, og her hevur eisini verið skipað fyri ymiskum tiltøkum, bæði við mati og tónleiki.
Soleiðis var eisini eitt tiltak herfyri við mati og tónleiki, har Signar í Homrum spældi nøkur løg fyri gestunum.
- Í fjósinum tekur kona sær av at vaska mjólkirobottin, og alt lættir um, sigur bóndin, sum sjálvsagt heldur tað vera áhugavert, at tey hava megnað at skapt sær eitt bein aftrat at standa á við fjósloftinum.
Bára, sum hevur havt lærarastarv í Klaksvík, hevur fyrst verið í farloyvi síðan august í fjør. Nú hevur hon so sagt seg úr starvinum og fer burturav at leggja seg eftir at reka matstovuna á fjósloftinum.
- Hon er eisini útbúgvin ferðaleiðari, og vit hugsa sjálvsagt eisini um gangitúrar her í umhvørvinum, men hetta eru vit so ikki komin til enn, men konan hevur nógvar ymiskar planir, sigur Janus.
Hann leggur aftat, at sjálvsagt stuðlar hann konu síni og hjálpir til við virkseminum á loftinum.
- Bara eg sleppi undan at tosa við útlendsku ferðafólkini, og tað er eingin trupulleiki, tí hetta dámar konuni so óføra væl, sigur hann brosandi.
Soleiðis er ferðavinnuvirksemi á bóndagarðinum í Norðragøtu vorðið ein týðandi partur av samlaða virkseminum á garðinum.
- Vit kunnu ikki hava alment opið, sum ein vanlig matstova hevur, men vit kunnu skipa fyri, at bólkar og fólk eftir tilmelding kunnu keypa eina tænastu her hjá fjósloftinum hjá okkum, og køkurin hevur eisini góðkenning til hetta virksemi, sigur Janus Joensen.
Ber væl til at reka garðin
Tá Janus og konan festu bóndagarðin, hevði garðurin eina mjólkarkvotuna, sum í byrjanini var á 220 tons, men í dag er kvotan 700 tons um árið.
- Tað hevur eydnast okkum at keypa kvotu ymsastaðni úr landinum, har bøndur, sum kanska ikki høvdu so stóra kvotu, seldu.
Á garðinum í Gøtudali hava tey arbeitt fram ímóti einari størri mjólkarkvotu í fleiri ár.
- Nú eru ikki so nógvir smáir bøndur eftir at keypa frá, men vit hava nú ta kvotu, sum skal til fyri at raksturin kann hanga saman, og garður kann svara sínar skyldur.
Sum áður nevnt, eru tað neytini, sum liggja Janusi á hjarta.
- Neytini hava altíð havt mín stóra áhuga, og eg havi ikki kjent eina krónu aðrastaðni enn í landbúnaðinum øll míni arbeiðsár.
Men, garðurin í Gøtudali hevur eisini seyð, tó at bóndin ásannar, at seyðurin ongantíð hevur havt hansara stóra áhuga.
- Nei, eg havi ongantíð tímað seyðin serliga væl. Vit hava 220 áseyðir tilsamans í tveimum hagum, harav annar hagin er her, sum fjósið er, og hin er Gøtunes – ella umleið 110 áseyðir í hvørjum haga.
Bóndin í Gøtudali ásannar, at tað er beiggi hansara, Mortan, sum hevur serliga stóran áhuga fyri seyði – ja, hann er púrasta sjúkur í seyði, sum Janus málber seg, men hetta passar eisini Janusi væl, tá hansara áhuga er neytini.
Hinvegin kemur seyðurin sjálvsagt væl við í matstovuvirkseminum á fjósloftinum.
- Tað mesta, sum vit borðreiða við, er úr tí, sum garðurin gevur, og tá hugsi eg bæði um døgurðamat og viðskera til tey, sum vitja á loftinum her hjá okkum.
Bóndin sigur, at tey soleiðis bæði kunnu borðreiða við seyða-og neytakøti og góðum føroyskum viðskera.
85 prosent av stráfóðrinum
Í løtuni hevur Varmakeldugarðurin 62 neyt sum mjólka, men fjósið rúmar nøkur mjólkneytum aftrat umframt fleiri ungneytum.
- Eitt eru tey neyt, sum mjólka. Sum mjólkarbóndi noyðist tú at hava umleið double-up, sum hann tekur til, og tað merkir, at her eisini eru fleiri ungneyt og neyt, sum ganga slept.
Hann sigur, at tey á garðinum ikki beinleiðis seta ungneyt við til slakt, men tá tú hevur við so nógv kríatúr at gera, verður altíð okkurt slakt inn ímillum.
- Tað dettur altíð onkur kúgv burturav, sum ikki er kviðin, og soleiðis verður eisini okkurt slakt. Hinvegin ger tað bóndaskapin nógv lættari alla tíðina at hava ungneyt at seta við.
Tá vit spyrja bóndan, hvussu tað gongur við at hava nógmikið av stráfóðuri til neytini, letur hann ikki illa at. Neytini eta nógv, og tað skal nógv til at føða øll kríatúrini á garðinum.
- Vit hava umleið 85 prosent av stráfóðrinum sjálvi. Her er nógv velt, og alt kring fjósið í Gøtudali verður sligið. Haraftrat leiga vit nakað av lendi bæði í Syðrugøtu og á Kambsdali, sum vit sláa.
Hann vísir á, at tey umleið 15 prosentini, sum resta í við stráfóðuri, verður keypt úr útlandinum, og hetta er sjálvandi ein rímiliga stór útreiðsla, og flutningurin er dýrur.
- Vit keypa eisini kraftfóður úr Danmark, og hetta er sjálvsagt eisini ein neyðug íløga, sum kostar pengar.
Janus Joensen vísir á, at tá tú hevur mjólkneyt, ber ikki til at spara upp á fóðurið, hvørki stráfóður ella kraftfóður.
- Neytini skulu hava nógv at eta, um tey skulu mjólka væl, og tey skulu hava tað gott. Í nýggja fjósinum, har neytini ganga leys, hava tey tað sjálvsagt nógv betur enn tá, tey stóðu á bási allan dagin, leggur hann aftrat.
Mjólkarstuðul og bíligari mjólk
Mjólkarbøndur fáa 60 oyru í stuðli fyri hvønn litur av mjólk, sum fer av bóndagarðinum, og hetta er ein upphædd, sum er á løgtingsfíggjarlógini.
- Hesin stuðul er í fyrsta lagi til gagns fyri brúkaran, sum ger, at mjólkin kann seljast eitt sindur bíligari. Um hesin stuðul var størri, hevði mjólkin eisini verið bíligari at keypt í handlunum. Eg føli ikki, at hesin stuðul endiliga er fyri okkara skyld, men er til gagns fyri brúkaran, sigur Janus Joensen.
Tá vit at enda spyrja bóndan, hvussu tað gongur at selja lambskjøt eftir slaktið um heystarnar, sigur hann, at tað er eingin trupulleiki, og kjøtið á garðinum selur væl.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##