B36 fær altjóða óroyndan dómara til dystin i Lettlandi

Dómari við bert trimum altjóða dystum skal døma dystin millum FK Auda og B36

Mikukvøldið klokkan 20 spælir B36 fyrra dystin í fyrsta undanumfarinum í Conference League móti letlendska liðnum, FK Auda í Conference League.

 

Dysturin verður leiktur á Skonto leikvøllinum í Riga, ið føroysk lið hava roynt seg á javnan síðani 1992.

 

Tað verður 35 ára gamli Damian Kos úr Pólandi, ið verður høvuðsdómari til dystin millum FK Auda og B36.

 

Damian Kos er ein altjóða óroyndur dómari. Hann hevur bert dømt tveir U17-landsdystir og ein venjingardyst millum Norðurmakedonia og Moldova.

 

Damian Kos hevur tó verið fjórði dómari til 11 altjóða dystir.

 

Dysturin millum FK Auda og B36 verður fyrsti evropeiski dysturin fyri felagslið, sum Damian Kos dømir.

 

Damian Kos hevur dømt dystir í bestu pólsku deildini síðani 2020. Áðrenn tað dømdi hann dystir í lægru deildunum í Pólandi.