Ein eldsál farin um sýn

Fríggjakvøldið komu sorgarboðini, at Krisitan Martin Skála nú var farin um sýn, bert 51 ára gamal

Kristian Martin, sum var ættaður úr Hoyvík , men búsitandi á Argjum, var ein eldsál í øllum tí sum hann tókst við. Hann var eitt serstakt menniskja fult av lívið og sum tú ikki gloymdi tà tú fyrst hevði hitt hann.

 

Hann hevði eina óvanliga stóra atdráttarmegi, og hann gav so ómetaliga nógv til tey sum komu á hansara leið. Fyrst og fremst til sína familju og vinfólk, men eisini innan íttróttin, fyrst í Hoyvík og síðan á Argjum, har hann í mong ár var ein sonn eldsál.

 

Kristian Martin stillaði í 2020 upp til kommunuvalið fyri Fólkaflokkin. Hann var eldhugaður sum altíð. Sera lítið restaði í at hann tá var valdur. Hann sat tó sum varamáður í býráðnum og tók sæti fleiri ferðir hesa setuna.

 

Hóast náðileysa sjúkan byrjaði at merkja Kristian Martin, so var hansara jaliga lindið tað, sum vit øll merktu, eisini tá hann møtti á fundum íTórshavnar býráð.

 

Vit vilja takka Kristian Martin fyri hansara stóra ídni, politiska áhuga og trúfesti í býráðsarbeiðinum.

 

Kristian Martin var giftur Rannvu og áttu tey 5 børn.

 

Vit drýpa høvur og vísa okkara samkenslu til tykkum øll, sum hava mist. Harrin troysti tykkum øll.

 

Ærað verið minnið um Kristian Martin Skála.

 


 

 

Birgir Nielsen

Fólkaflokkurin í Tòrshavnar býráð

 

Nevndin í Havnar Framburðsfelag