Næstbestu liðini hjá B36 og NSÍ hittust tíðliga seinnapartin í Gundadali. B36 hevur alt kappingarárið verið á heiðursmerkjaplássi og viðhvørt verið topplið, meðan NSÍ fyri stuttum bjargaði seg undan at sleppa undan hóttanini av niðurflyting.
Í dag vann NSÍ 2-0. Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur, og tað var ikki fyrrenn tað restaðu 17 minuttir, at Ari Miné Jacobsen legði NSÍ á odda. Hetta var annað málið hjá honum í 1. deild í ár. Uppleggið átti Benadiktus Olsen.
B36 spenti síðstu løtuna álopsbogan, men tað eydnaðist ikki at skora og javna. Heldur var tað NSÍ, sum í síðstu løtu økti um munin til 2-0. Málskjútti var Daniel Kweku Adel. Hetta var triðja málið í ár hjá 19 ára gamla ghanesiska spælaranum. Uppleggið átti Ari Miné Jacobsen.
Úrslitið ber við sær, at tað nú er størri sannlíki fyri, at tvey feløg fara at vinna beinleiðis uppflyting og harvið, at tvey feløg fara at flyta beinleiðis niður. Víkingur er topplið við 48 stigum, FC Suðuroy hevur 41 stig, B36 hevur 40 stig, TB hevur 39 stig, og B71 hevur 38 stig.
FC Suðuroy og B36 hava spælt 24 dystir, og hini liðini hava spælt 25 dystir.
NSÍ er á sjeynda plássi við 31 stigum. KÍ, sum er á áttanda plássi við 27 stigum, spælir í løtuni á heimavølli ímóti HB, sum hevur 12 stig og er flutt niður. FC Hoyvík, sum hevur 19 stig, er á níggjunda plássi og er eisini flutt niður.