B71 skrivar soleiðis í dag:
Fyri nøkrum vikum síðani søgdu vit farvæl við venjaran hjá besta liðnum, Richard Goffe, ið hevur tænt felagnum væl farnu 5 árini.
Sum ein fyribils losyn tók høvuðsungdómsvenjarin, Nichlas Hjertstedt, yvir og stóð eisini á síðulinjuni seinasta fríggjadag, tá besta mansliðið vann 2-1 ímóti B36 á heimavølli.
Avtalað er nú gjørd millum partarnar, at Nichlas heldur á fram at røkja leiklutin sum høvuðsungdómsvenjari, umframt sum høvuðsvenjari hjá monnum til summarhálvuna. Eftir summarhálvuna verður Nichlas so fulltíðar venjari hjá besta mansliðnum.
Av tí sama, so verður í løtuni leitað eftir nýggjum høvuðsungdómsvenjara, ið skal setast í starv til 2. hálvu av kappingarárinum.
Til lukku til nýggja høvuðsvenjaran og blíðan byr.