Barbora Krejcikova vann Wimbledon á fyrsta sinni

Barbora Krejcikova vann finaluna aftaná ein trísettara

 

28 ára gamla kekkiska, Barbora Krejcikova vann ígjár prestisjufullu tenniskappingina, Wimbledon á fyrsta sinni.

 

Barbora Krejcikova vann á høvuðsvøllinum - Centre Court - ein spennandi trísettara á Jasmine Paolini úr Italia í finaluni í einmansleiki.

 

Settmunurin var 6-2, 2-6 og 6-4.

 

Talan er bara um annan Grand Slam sigurin hjá Barboru Krejcikova, og tí var hon eisini ovurfegin aftaná sigurin: - Eingin fer at trúgva mær tá eg fari at siga teimum, at eg havi vunnið Wimbledon. Eg fari ikki eingong at trúgva tí sjálv, segði hon við fjølmiðlarnar aftaná finaluna.

 

Seinnapartin klokkan 14 byrjar finalan í einmansleiki hjá monnum, har 21 ára gamli spaniumaðurin, Carlos Alcaraz skal royna at vinna á 37 ára gamla stórleikaranum, Novak Djokovic.