Barnabati fingið kr. 75.000 frá Kiwanis Tórshavn

75.000 krónur er tað yvirskotið, sum Kiwanis væntar at hava av jólatræssøluni í ár.

Í vikuskiftissendingini, í Kringvarpinum, í gjár, handaði Karlot Hergeirsson, forseti í Kiwanis Tórshavn, Djóna Eidesgaard, aðalskrivara í Barnabata  gávubræv uppá 75.000 krónur til “Í menniskjum góður tokki” hjá Barnabata.

 

75.000 krónur er tað yvirskotið, sum Kiwanis væntar at hava av jólatræssøluni í ár.

 

Eins og undanfarin ár selur Kiwanis jólatrø í tjaldinum aftan fyri Sjónleikarahúsið. Við at keypa eitt jólatræ frá Kiwanis stuðlar tú sostatt “Í menniskjum góður tokki”