Vit liva í eini tíð, ið er meira óviss nú, enn hon var fyri fáum árum síðani.
Fyrst kom Korona farsóttin og síðani kríggið í Ukraina. Her hjá okkum merkja vit eisini avleiðingarnar av hesum. Inflasjónin er so høg, at hon merkist sera væl hjá tí tí einstaka føroyinginum og serliga hjá teimum, ið sótu hart í tí áðrenn. Summi eru so sperd, at dagligdagurin ikki longur hongur saman. Hetta mugu vit gera okkurt við. Her hugsi eg serliga um barnafamiljur/stakar uppihaldarar og lesandi, men tað eru eisini fleiri aðrir bólkar, ið eru hart raktir.
Sambandsflokkurin og eg vilja arbeiða fyri at hækka barnafrádráttin, veita eina inflasjónstrygd til fíggjarliga sperdar familjur og hækka studningin munandi til lesandi. Hesi átøkini skulu fíggjast við tí vinningi, vit fáa meir í partafelagsskatti, inntøkuskatti og kapitalvinnigsskatti, nú tað gongur væl í okkara útflutningsvinnu. Ein blómstrandi útflutningsvinna lyftir okkum øll.
Ramus Son Mørkøre
valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið