Barnakonur skulu einsamallar til viðtalu

Koronufarsóttin hevur nú aftur avleiðingar fyri føðideildina á Landssjúkrahúsinum, og Landssjúkrahúsið heitir nú á allar barnakonur um at koma einsamallar til allar ambulantar viðtalur á sjúkrahúsinum.

Í boðum á Facebook skrivar Landssjúkrahúsið, at hetta merkir, at fylgjari sleppur ikki inn við í viðtaluhølið, men at fylgjari sleppur einans við inn á føðideildina, tá barnakona skal eiga. Hetta er samstundis eisini treytað av, at fylgjarin er frískur.

Eisini boðar Landssjúkrahúsið frá, at eingin føðifyrireiking er fyribils.

– Mammur, sum eiga uttan komplikatiónir og sum hava góðar royndir frá barsilstíð, verða útskrivaðar ambulant. Tað merkir umleið 12-16 tímar eftir føðing, sigur Landssjúkrahúsið.