Bergur flytur í Gundadal

Bergur J. Poulsen flytur úr EB/Streymi og til B36

B36 skrivar soleiðis í kvøld:

 

Bergur Poulsen hevur í kvøld skrivað undir sáttmála við B36. Avtalan er galdandi fyri komandi tvey kappingarárini.

 

Ágrýtni bakkspælarin hevur seinastu tvey árini spælt við EB/Streymi. Í sama tíðarskeiði spældi hann eisini seks U21-landsdystir.

 

Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari, væntar sær nógv av samstarvinum.

 

- Bergur er ein raskur og ambitiøsur spælari, sum hevur staðið seg væl í EB/Streymi, og eg eri sannførdur um, at hann fer at fella væl til og gera góðan mun her, sigur hann.

 

Bergur er 21 ár og fekk sína fótbóltsuppaling í Víkingi.

 

Hann hevur higartil spælt 53 dystir í fremstu røð, steypadystir íroknaðir, og skotið sjey mál.

 

Vælkomin í Gundadal, Bergur!