Bert eitt partrolarapar er á upsaveiðu

Tað er ikki vanligt, at bert eitt partrolarapar er á upsaveiði undir Føroyum, men soleiðis er sambært Fiskamarknaði Føroya í løtuni

Í gjár, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri ráfiskanøgdir hesa vikuna, varð sagt, at bert eitt ísfiskapar er á upsaveiði.

- Men, vit vænta, at okkurt parið aftrat fer avstað í næstum, varð lagt aftrat.

Tað er ikki vanligt, at so fáir ísfiskatrolarar eru til fiskiskap í senn, men okkurt parið er í løtuni á beding, skilst.

Umframt vanligu ísfiskaveiðina, eru eisini tvey partrolarapør á gulllaksaveiði, nú vit eru í gulllaksavertíðini.

Um djúpvatnstrolararnar verðu sagt, at ein er á Íslandsrygginum, og ein er í bretskum sjógvi.

Teir fiska tosk og svartkalva.

- Ein frystitrolari fiskar eisini svartkalva undir Føroyum, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

Tveir av teimum smáu trolbátunum eru eisini til fiskiskap. Teir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski.

- Trolbátarnir koma inn at landa síðst í hesi vikuni.

At enda eru tað garnaskipini. Trý fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap, og eitt garnaskip fiskar havtasku.

- Væntandi koma øll garnaskipini inn at landa í vikuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.