Líðingarnar í Gazageiranum eru ófatiligar

- Neyðugt er við einari vápnahvíld, sum kann enda kríggið - at gíslarnir verða leyslatnir, og at hjálp kemur ótarna inn í Gazageiran

- Menniskjansligu líðingarnar í Gazageiranum eru ófatiligar, og her er hungursneyð beint frammanfyri eygunum á okkum. Neyðugt er við tiltøkum í stundini fyri at steðga og byrgja uppfyri svøltanini.

 

Soleiðis siga 23 lond í einari felags útsøgn um støðuna í Gazageiranum.

 

Londini mæla ísraelsku stjórnini til at geva øllum altjóða hjálparfelagsskapum atgongd og møguleikar at veita neyðhjálp í Gazageiranum.

- Øll portur og farleiðir mugu brúkast til neyðhjálpararbeiði inn í Gazageiran - við mati, veitingum av føðsluevnum, brennievni, reinum vatni, heilivági og medisinskari útgerð.

 

Útsøgnin, sum er undirskrivað av uttanríkisráðharrum í 23 londum, umframt trimum høgtstandandi ES-umboðum, lýsir álvarsligu støðuna í Gazageiranum.

 

Londini, sum hava skrivað undir áheitanina á ísraelsku stjórnina, eru: Avstralia, Belgia, Kanada, Kypros, Danmark, Estland, Finnland, Frakland, Grikkaland, Ísland, Írland, Japan, Litava, Luxemburg, Malta, Niðurlond, Noreg, Portugál, Slovakia, Slovenia, Sveis og Stórabretland.

 

Londini siga, at deyðilig megi skal ikki brúkast á veitingarstøðum, eins og sivilfólk, hjálparfólk og heilsustarvsfólk skulu verjast.

 

- Vit fegnast um, at USA, Katar og Egyptaland hava lagt orku í at fáa í lag vápnahvíld og frið.

 

Lagt verður aftrat, at neyðugt er við einari vápnahvíld, sum kann enda kríggið - at gíslarnir verða leyslatnir og at hjálp kemur ótarna inn í Gazageiran.