Bilasølan lækkað við einum lítlum fjórðingi

Higartil í ár eru seldir 775 nýggj akfør í Føroyum. Tað er munandi færri, enn sama tíðarskeið í fjør, tá seldir vórðu 1001 bilur. Tað er ein munur upp á 22,6 prosent.

 

Men hóast »døpru« sølutølini hjá bilasølunum, so sær frægari út í aprílmánaði, tí tá vórðu seldir 26 fleiri bilar, enn sama tíðarskeið í fjør. Í apríl í ár vóru seld 271 nýggj akfør í munt il 245 í apríl í fjør.

Men fyri árið higartil er talan um afturgongd í at kalla øllum greinum. Persónbilarnir fylla altíð mest í hagtølunum, og har er afturgongdin 17 prosent. Hjá vøruvognum er afturgongdin 34 prosent og hjá prutlum er afturgongdin 42 prosent.

Niðanfyri sæst yvirlitið frá Akstovuni:

##med2##