Bilasølan veksur aftur

Higartil í ár eru seldir 10 prosent fleiri bilar enn sama tíðarskeið í fjør

Gongd tykist aftur verða komin á bilasøluna í Føroyum. Higartil í ár eru seldir 1030 akfør tilsamans. Sama tíðarskeið í fjør vórðu seld 935 akfør. Tað er ein munur upp á 95 akfør ella góð 10 prosent.

 

Taka vit so persónbilarnar, sum altíð er tann størsti bólkurin, so eru seldir 781 nýggir persónbilar fyrr hálvár í ár. Tað eru 70 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør – ein munur upp á 70 bilar, sum svarar til 10 prosent.

 

Framgongd er eisini í vørubilum, sum teir flestu verða seldir til vinnuna. Higartil í ár eru seldir 134 vøruvognar í mun til 112 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein munur upp á 22 bilar, sum svarar til 20 prosent.